Innanlands

Olvheðin fekk ein stól - men varð vrakaður seinni

Sundamaðurin reyk í kvøld út úr X Factor tá Six Chair Challenge var

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-01-20 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

32 ára gamli sundamaðurin, Olvheðin Jacobsen, hevur roynt seg í X Factor, og kom heilt til Six-chair challenge, men so gekk tað heldur ikki longur.

Upptøkuroyndirnar í X Factor eru lidnar, og í kvøld var farið víðari til sonevnda Six Chair Challenge, har tvey úr hvørjum flokki fáa ein stól.

Kwamie Liv valdi Olvheðin Jacobsen millum sínar níggju luttakarar, sum skuldu sleppa til Six Chair Challenge.

- Eg havi brúk fyri at merkja teg, tí tað gjørdi eg ikki nóg nógv til upptøkunaroyndina, segði Kwamie Liv áðrenn sundamaðurin fór á pallin og sang “A Sky Full of Stars” hjá Coldplay.

Olvheðin Jacobsen fekk ein stól í fyrsta umfari fyri sína framførslu, men bussførarin Henrik, sum trein á pallin løtu seinni, bergtók Kwamie Liv, sum valdi at skifta út.

Eftir øllum at døma hevur Kwamie Liv ikki merkt sundamannin nóg væl, og tí gjørdist hetta eisini endin av X Factor á hesum sinni hansara viðkomandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder