Innanlands

Ólóglig prutl og ólógligar rennifjalir

Løgreglan heitir á foreldur um at hugsa seg um, hvat tey loyva børnum sínum: At tunað prutl til at koyra yvira 70 km/t um tíman við verður ikki mett sum eitt gott hugskot. Men tað er tað at sita í trygdarbelti, og tá summi ikki gjørdu tað við ein skúla, kostaði tað foreldrunum.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-08-28 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevði nakrar støður í gjár, hósdagin, har børn koyrdu ólógliga við ymiskum akførum.

Nøkur á sonevndum rennifjalum - elektriskum "løbehjulum". Nøkur ung vórðu steðgaði við slíkum hósdagin, og løgreglan minnir á, at hetta hevur man ikki loyvi til í Føroyum.

Boðini eru meira til foreldrini enn børnini, og soleiðis er eisini við málinum í Suðuroynni, um prutlið sum kundi koyra yvir 70 kilometrar um tíman.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at løgreglan í Suðuroynni steðgaði einum prutli, sum sá út til at koyra alt ov skjótt. Tað gjørdi tað eisini.

Eitt slíkt kann ikki koyra yvir 30 kilometrar um tíman, men tað var "tunað", sum hetta lá á 71,4. Ungi førarin var annars ikki ov ungur til at koyra prutl.

Løgreglan heitir á foredur um at hugsa seg um at syrgja fyri, at slíkt ikki kemur fyri.

Umframt hetta vóru nøkur onnur mál niðurskirvaði, sum snúðu seg børn og og ung: Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, eru patruljir javnan við skúlarnar og kanna, um næmingar sita í trygdarbelti.

Tað gjørdu fýra børn við ein skúla í Havn ikki hósdagin, og harvið fingu foreldrini bót og klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder