
Bilførarin á oljutangabilinum, sum leygardagin var atvoldin til, at olja lak út á vegirnar á einum longum strekki gjøgnum Havnina og niðan til Hvítanesvegin verður nú skuldsettur fyri ósketni.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Les eisini: Fingu nógvar fráboðanir um oljudálking
Enn er tó ikki endaliga staðfest hvat orsøkin var til oljulekan, men tað kemur væntandi fram undir víðari viðgerð av málinum, sigur vakthavandi, sum vísir á, at tað er bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at slíkt ikki hendir, og tí er hann nú skuldsettur.
Lekin var orsøk til, at ein bilur og eitt prutl fingu skaða orsaka av hálkuni, sum oljan førdi við sær. Men ongin fólkaskaði var.
Í gjár var aftur ein oljuleki staðfestur, hesaferð á einum teini úr Leirvík og niðan á Gøtueið.
Her hendi tíbetur ongin skaði.
- Miðlarnir vóru skjótir úti og ávaraðu um støðuna, og Landsverk bar seg skjótt at við at reinsa vegin, so har hendi tíbetur einii, sigur vaktleiðarin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald