2026-06-01 10:33
Óli Hans Olsen hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Vørn.
Hesum boðar Uttanríkis- og fiskimálaráðið frá í dag.
Hann verður tøkur komandi mánaðin at hjálpa til við málum, sum kunnu stinga seg upp.
Seinnapartin á bátastevnuni 14. mai (Mynd: Jens Kr. Vang)
Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn, tekur við sum virkandi stjóri fyribils. Eftir summarfrítíðina verður søkt eftir nýggjum stjóra.
Uppsøgnin kemur eftir óhappið á Bátastevnuni í Vestmanna, tá stjórin á Vørn var umborð á skjóttgangandi báti sum við nógvari ferð sigldi inn í síðuna á Brimli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald