2026-07-29 09:56
Kongshúsið hevur í dag sent Føroya fólki eina heilsan, á donskum og føroyskum, í sambandi við ólavsøkuna. Við heilsanini eru tvær myndir av kongshjúnunum í Føroyum
Heilsanin er soljóðandi:
- Góða ólavsøku, Føroya fólk.
- Vit vita, hvussu stóran týdning ólavsøkan hevur – at familjur og vinfólk savnast, og at nógv ferðast heim at halda ólavsøkuna. Vit ynskja øllum nakrar sera góðar dagar, hvar tit so halda teir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald