
Ingesunds Slagverksensemble frá Musikhögskolan Ingesund í Svøríki vitjar í Havn, og fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið.
Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina konsert við nýggjum svenskum og føroyskum tónleiki – harumframt fleiri frumframførslur, sum tónasmiðir og lesandi úr hesum londunum báðum hava samstarvað um.
Á skránni eru eitt nú verk sum “Slá í ring” eftir Rúna K. Mouritsen og “In Chains” eftir Johan Bodin Eriksson. Harumframt verða spildurnýggj verk framførd, sum tónlistalesandi úr bæði Føroyum og Svøríki hava gjørt – m.a. “Dropar fyri tvey slagverk” eftir Helenu Sigurðsdóttir Lamhauge, umframt stuttar skitsur, sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Musikkskúla hava skrivað.
Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar frá Musikhögskolan Ingesund, sum er ein partur av Karlstad Universiteti. Útbúgvingin hevur síðani 1923 verið týdningarmikil miðdepil fyri tónleikaundirvísing í øllum Norðurlondum, og í dag koma lesandi úr øllum Svøríki – umframt í løtuni eisini úr Føroyum.
Konsertin 8. mai kl. 19 er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald