placeholder
Uttanlands

Ognir hjá Robin Williams á uppboðssølu

Millum lutirnar eru fleiri Golden Globe heiðurslønir og ein skikkja úr fyrsta Harry Potter filminum

Robin Williams sum Mrs. Doubtfire, og fyrrverandi kona hansara, Marsha

Robin Williams sum Mrs. Doubtfire, og fyrrverandi kona hansara, Marsha

2018-09-09 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kundi tú hugsað tær at átt eina Golden Globe heiðursløn ella skikkjuna hjá Harry Potter? So hevur tú skjótt møguleikan.

4. oktober verða yvir 300 lutir hjá skemtaranum og sjónleikaranum Robin Williams (sála), og fyrrverandi konu hansara, Marsha, sett á uppboðssølu í New York.

"Creating a Stage: The Collection of Marsha and Robin Williams", verður uppboðssølan nevnd.

Hesum boðaði auktiónshúsið Sotheby's frá fyrr í vikuni.

Millum lutirnar, ið verða settir til sølu eru fleiri samtíðarlistaverk, fleiri enn 40 heiðurslønir og skjøl, harímillum fleiri Golden Globe heiðurslønir.

Eisini verða uml. 40 ur, m.o. eitt ur, ið Robin Wiliams var í, í filminum "Dead Poets Society", ið er mett at vera uml. 1000 dollarar (uml. 6455 krónur) vert.

Ein skikkja, ið Daniel Radcliffe var í, tá hann spældi Harry Potter í "Harry Potter and the Philosopher's Stone" verður eisini á uppboðssøluni. Robin Williams ynskti sjálvur at fáa ein leiklut í Harry Potter røðini, serliga var tað leikluturin sum Hagrid, sum hann kundi hugsað sær, men fólkini handan filmsrøðina ynsktu bert at nýta bretskar og írskar sjónleikarar.

Ein partur av vinninginum verður latin til vælgerandi endamál, sum parið stuðlaði, m.o. Human Rights Watch, Challenged Athletes Foundation, St. Jude's Children's Research Hospital, og Wounded Warrior Project.

Eisini verður ein partur av vinninginum nýttur til at fíggja eitt legat til The Julliard School í New York, har Robin Williams sjálvur las frá 1973 til 1976.

Sotheby's er millum elstu auktiónshúsini í heiminum, og síðan 1981 hevur Sotheby's eisini havt eina deild í Keypmannahavn. Síðan 2001 hevur verið møguligt at luttaka á uppboðssølum teirra umvegis alnótuna.

Robin Williams andaðist 11. august 2014.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder