Mentan

Nýtt staklag frá Páll Finnur Páll

"Tað allarbesta" eitur nýggjasta staklagið, sum Páll Finnur Páll hevur givið út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-22 15:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað er bert fáar vikur síðani, at Páll Finnur Páll seinast góvu nýtt tilfar út. Og nú ger bólkurin aftur um seg. Bólkurin hevur aftur verið í upptøkuhølunum og miksað í Studio Bloch.

Páll Finnur Páll hava útgivið fimm útgávur, og í ár eru tvey stakløg - Hyde og Trettan - útgivin.

Limirnir í Páll Finnur Páll eru Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba, Páll G. Hammer, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir W. Arge.

Mynd: Thomas Koba
Orð og lag: Páll Oddur Rubeksen
Útseting, framleiðsla og upptøka: Páll Finnur Páll
Trompet: Kenneth Jones
Ljóðmiksing: Theodor Kapnas
Mastring: Holger Lagerfeldt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder