Mentan

Nýtt staklag frá Elin Brimheim Heinesen

„Tú vart altíð har“ er eitt popplag, 3 minuttir og 32 sekund til longdar, sum kanska minnir um tónleikastílin hjá NALJA

2018-06-30 09:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elin Brimheim Heinesen er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sum í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.

Leingi væntaða nýggja fløgan „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum hjá Elini er í roynd og veru tann fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Fløgan kemur á marknaðin leygardagin 7. juli 2018.

Annað staklagið av fløguni hevur heitið „Tú vart altíð har“ og varð slept 29. juni 2018.

Annað staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“ „Tú vart altíð har“ er eitt popplag, 3 minuttir og 32 sekund til longdar, sum kanska minnir um tónleikastílin hjá NALJA. Hetta lagið skrivaði Elin upprunaliga í byrjanini av 90‘unum bert fá ár aftaná, at NALJA bandið kom út.

Hóast lagið er eitt popplag, er grundkenslan og innihaldið í lagnum tó sorgblítt. Ein omma hennara var júst deyð, tá Elin skrivaði lagið, so upprunateksturin snúði seg í roynd og veru um saknin eftir ommuni, men Elin helt, at lag og tekstur hóskaðu ikki so væl saman, so seinni skrivaði hon ein nýggjan tekst til lagið í einum tíðarskeiði, har ein heilt onnur lívsstøða tók seg upp.

– Nýggi sangteksturin snýr seg um, tá eitt parlag endar, har ein so fegin vildi, at alt kundi verið øðrvísi og kundi hugsað sær at fingið ein kjans aftrat, sigur Elin. – Kærleikin hvørvur jú ikki neyðturviliga fyri tað, um tvey finna út av, at tað bara ikki riggar at liva saman. Tú kanst kenna tómleika og sorg um at hava mist ein persón, tú ert góð við, hóast tú veitst, at tað ongantíð hevði gingið millum tykkara, líkamikið hvussu tit enn høvdu roynt, av tí at persónligu dreymar og mál tykkara bara ikki sampakka, og tí bæði vildu mist ov nógv av sær sjálvum burtur, um tit skuldu hildið á at verið saman.

Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: http://heinesen.fo 

Finn nýggja staklagið hjá Elini Brimheim Heinesen á iTunes og Spotify.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder