Mentan

Nýtt lag frá Holgari

Syngur um heimbygdina í sanginum “Blankan sand”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-06-07 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Holgar Jacobsen, trubadurur í Sørvági, hevur givið út enn eitt staklag. Í farnu viku kom lagið “Blankan sand”, sum er níggjunda lagið í eini røð av sangum hjá Holgari, sum vónandi skal enda í eini LP útgávu.

- Lagið hevur íblástur úr vindeyganum á mínum tónleikarúmi, har sandurin og tíðin geva svar uppá nógvar ósvaraðar spurningar, ella gerða tey nú tað?, skrivar Holgar um nýggja lagið.

Tónleikararnir á lagnum eru Jóan Jakku Guttesen bass, Høgni Klakkstein slagverk, Dánjal Tavsen tangentar, Tórfríð Tavsen kór og Holgar Jacobsen gittarar og sang, Ljóðblandað og mastrað hevur Dánjal Tavsen, og Tutl gevur út.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder