Innanlands

Nýtt integrasjónstilboð á Útlendingastovuni

Tilflytarar hava nú møguleika at leita sær hjálp hjá serligum integrasjónsvegleiðara 

Savnsmynd frá einum skeiði í føroyskum fyri tilflytarar

Savnsmynd frá einum skeiði í føroyskum fyri tilflytarar

2021-04-20 11:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing.

Nýggir tilflytarar kunnu tí nú venda sær til integrasjónsvegleiðaran á Útlendingastovuni at fáa vegleiðing um praktisk viðurskiftir sum til dømis, hvar tey kunnu býta útlendska koyrikortið um til føroyskt ella, hvar tey kunna læra seg føroyskt. Tilflytarar kunnu eisini biðja um eina integrasjónsviðtalu, hvørs endamál er at geva tilflytarum ráð og vegleiðing, sum eru lagað til teirra viðurskifti og tørv. 

Viðtalan er fyrst og fremst ætlað teimum, sum flyta til Føroya í sambandi við familjusameining, og teimum, sum hava arbeiðsloyvi og hava samfylgjandi familju við sær. Viðtalan er ikki ætlað til norðurlendingar. Tað er sjálvboðið hjá tilflytarum at venda sær til integrasjónsvegleiðaran, og tað hevur onga ávirkan á uppihaldsloyvið. Hann er ikki partur av viðgerðini av uppihaldsloyvum, og viðtalan er í trúnaði.

Undir viðtaluni verður til dømis tosað um, hvaðani tilflytararnir eru , teirra útbúgvingarstøði og arbeiðsroyndir, familjuviðurskiftir og áhugamál, og teirra ætlanir í Føroyum. Hava tey børn, so verða teirra viðurskiftir og áhugamál eisini viðgjørd, um foreldrini ynskja tað. Harumframt fáa tilflytarar yvirskipaða kunning um rættindir og skyldur, og hvat ið væntað verður av teimum. Tey fáa eisini vegleiðing í vælferðarskipanum, har tað er hóskandi. Integrasjónsvegleiðarin vísir eisini til aðrar starvsfelagar ella almennar myndugleikar um neyðugt.

Integrasjónsvegleiðarin kann eisini samstarva við aðrar almennar og kommunalar myndugleikar og stovnar, privat arbeiðspláss, hjálparfelagsskapir, ítróttafeløg og onnur, sum koma í samband við tilflytarar í dagliga virkseminum.

Durita Kastalag hevur røkt starvið sum integrasjónsvegleiðari á Útlendingastovuni síðani 1. november 2020.  Hettar er eitt fyribilsstarv fram til 31. oktober í ár.

For information in english  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder