Mentan

Nýtt dansiverk í Finsen

22.-24. november kemur Andrea Joensen, heim at sýna fram tvørlistarligu dansiverkætlanina DÝPIÐ

2018-11-19 09:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna verður møguleiki at uppliva nýggja serføroyska framsýning við modernaðum dansi í Auluni í Finsen.

Í døgunum 22.-24. november kemur ein av virknastu dansarum okkara uttanlands, Andrea Joensen, heim at sýna fram tvørlistarligu dansiverkætlanina DÝPIÐ.

Dansisýningin tekur støði í yrkingini Eitt dýpi av dýrari tíð eftir Jens Paula Heinesen. Við sær hevur Andrea danska/bosniska yrkisdansaran Miran Ugljen. Tónleikin til sýningina hevur Jenný Augustudóttir Kragesteen, vanliga kend úr bólkinum FRUM, latið úr hondum. Umframt hesi fólkini eru filmsfólk, sniðgevi og ljóð- og ljósfólk eisini partur av verkætlanini.

- Eg havi leingi havt ein dreym um at gera og framføra eina modernaða dansisýning, sum hevur røtur í Føroyum. Tað hevur eisini verið sera týdningarmikið fyri meg, at allir partar av sýningini eru gjørdir serliga til júst hesa sýningina. Tískil havi eg fingið listafólk at gjørt tónleik, filmsbrot, pallsmíð og klæðir. Vit eru ótrúliga væl nøgd við úrslitið, og sýningin hevur fingið sera góð skoðsmál uttanlands. Nú gleða vit okkum at vísa sýningina í FINSEN, sigur Andrea.

Sýningin í Føroyum er liður í eini rundferð í Norðurlondum.

Sýningar: Hósdagin 22. november kl. 20:00 Fríggjadagin 23. november kl. 18:00 & kl. 20:00 Leygardagin 24. november kl. 20:00

Atgongumerkir til sýningina fáast til keyps á www.atgongumerki.fo

Sýningin er umleið 40 minuttir long. Tað eru einans pláss fyri 40 áskoðarum til hvørja sýning, so tískil ræður um at skunda sær, um ein ynskir at tryggja sær atgongumerki. Eingin durasøla verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder