Innanlands

Nýggjur stjóri í Spf. Brúsá

Robert Sivertsen setir seg í stjórsstólin, meðan Jákup Brúsá verður nevndarformaður

Jákup Brúsá, til vinstru, og Robert Sivertsen

Jákup Brúsá, til vinstru, og Robert Sivertsen

2023-08-14 17:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá 1. september verður Robert Sivertsen nýggjur stjóri í Spf. Brúsá, meðan verandi stjóri og stovnari av felagnum, Jákup Brúsá, framyvir verður nevndarformaður. 

- Vit hava seinastu níggju árini veitt ráðgeving og tænastur innan talgilda marknaðarførslu og samskifti til fleiri enn 100 fyritøkur, stovnar og felagskapir í Føroyum. Við hesum hava vit bygt okkum eina sterka støðu sum leiðandi serfrøðingar innan talgilda heimin.

Ferðin byrjaði í 2014, tá Jákup Brúsá setti felagið á stovn, men seinastu árini er felagið vaksið við fleiri starvsfólkum og einum størri netverki av fríyrkisfólki og samstarvsveitarum. Og ætlanirnar eru stórar um at hjálpa fyritøkum at vaksa, eisini út um landoddarnar, við einum sterkum talgildum amboðskassa.

Robert Sivertsen er 29 ára gamal og ikki óroyndur á økinum. Hann hevur bæði talgildar fingrar, góðan forrætningssans og eina heita persónligheit. Tað ger tað heldur ikki verri, at hann eisini hevur útbúgving og hollar royndir á økinum. Hann hevur eina bachelor innan International Sales & Marketing og hevur arbeitt við talgildari marknaðarførslu seinastu fimm árini bæði í Danmark og í Føroyum, eitt nú hjá Aarstiderne, Wired Relations og seinast sum marknaðar- og søluleiðari hjá føroysku KT-fyritøkuni Klintra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder