Innanlands

Nýggjur sáttmáli fyri privatstarvandi fysioterapeutar undirskrivaður

Vanliga ávísingin frá serlækna er longd, og ein serlig ávísing er gjørd fyri persónar yngri enn 18 ár

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2021-01-16 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin undirskrivaðu Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið nýggjan sáttmála fyri privatstarvandi fysioterapeutar, sum virka eftir avtalu við Heilsutrygd.

Vanliga ávísingin frá serlækna er nú longd, og ein serlig ávísing er gjørd til persónar yngri enn 18 ár, sum hava likamligt brek ella varandi sjúku, ið hava við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum.

Sáttmálin, sum sæst her, er galdandi frá 1. oktober 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder