Innanlands

Nýggjur pallistaskúli fyri børn í Klaksvík

Hetta er ein royndarverkætlan, við endamálinum at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi og dansi, tónleiki og sjónleiki – Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Mentanarhúsið Varpið skipa fyri

2025-07-12 11:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum byrjar ein palllistaskúli fyri børn, í Klaksvík.

Tað eru Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Mentanarhúsið Varpið, sum í felag skipa fyri.

Hetta er ein royndarverkætlan, við endamálinum at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi og dansi, tónleiki og sjónleiki. Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Klaksvíkar Kommunu og Mentamálaráðnum.

Í fyrstu atløgu verður skipað fyri eini røð av styttri palllistaskeiðum fyri børnum, í aldrinum 9-12 ár.

Á skránni verður sang- dansi- og sjónleikafrálæra, umframt samansjóving og spøl.

Undirvísarar eru Birita Adela frá Opera.fo, Durita Samuelsen frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Annfinnur Heinesen frá Varpinum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen frá yrkisdansibólkinum Riva.

Fyrsta skeiðið verður 21.-22. juli, í Varpinum, og longu eru nógv sum hava víst áhuga, og bæði gentur og dreingir hava teknað seg.

Plássini eru avmarkaði. Tekning fer fram á www.opera.fo/palllistaskulin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder