Uttanlands

Nýggjur frítíðarbýur letur upp í Norðurkorea

Norðurkorea ætlar sær at lata upp fleiri ferðamál komandi árini

Norðourkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og dóttir hansara Kim Ju-ae avmyndað í Wonsan Kalma mikudagin (Mynd: EPA)

Norðourkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og dóttir hansara Kim Ju-ae avmyndað í Wonsan Kalma mikudagin (Mynd: EPA)

2025-06-26 18:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt nýtt ferðamál er latið upp á norðurkoreansku eysturstrondini.

Mikudagin var hátíðarhald í sambandi við upplatingini av norðurkoreanska frítíðarbýnum Wonsan Kalma, eitt øki, sum hevur pláss fyri umleið 20.000 ferðafólkum, boðar statsliga norðurkoreanska tíðindastovan frá sambært Reuters.

Tað var í 2014, at boðað var frá ætlanini um at lata upp ein nýggjan frítíðarbý, og nú er klárt at taka ímóti ferðafólki. Norðurkoreanskir gestir fáa møguleika at skriva seg inn á gistingarhúsini frá 1. juli, men nær tað letur upp fyri útlendingum verður ikki upplýst.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Norðurkorea hevur sum heild verið stongt fyri útlendingum. Landið stongdi síni landamørk fullkomiliga í bryjanini av 2020, tá koronafarsóttin byrjaði at gera um seg, men síðan 2023 eru landamørkini stigvíst latin uppaftur, og hava ferðafólk úr m.a. Russlandi fingið loyvi at ferðast inn í landið.

Sambært Ritzau ætlar Norðurkorea komandi árini at lata upp fleiri ferðamál.

[object Object]
(Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder