Innanlands

Nýggjur barnasangur skal læra føroysk børn um fyrstuhjálp

Kanningar úr grannalondunum vísa, at børn ofta flýggja frá staðnum, um onkur fær skaða, serliga um tey gerast bangin ella kenna skyldu fyri óhappinum. Hetta vil Betri Trygging nú broyta

Tita og Treysti saman við Jóhonnu og Bjarka (Mynd: Betri Trygging)

Tita og Treysti saman við Jóhonnu og Bjarka (Mynd: Betri Trygging)

2026-07-09 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein stór barnaverkætlan fer av bakkastokki í dag. Startskotið er nýggi pop-sangurin "Vit hjálpast at", har maskottarnir Tita og Treysti fara at læra føroysk børn um fyrstuhjálp og tryggleika í barnagørðum og skúlum.

– Kanningar úr grannalondunum vísa, at børn ofta flýggja frá staðnum, um onkur fær skaða, serliga um tey gerast bangin ella kenna skyldu fyri óhappinum. Hetta vil Betri Trygging nú broyta, skriva Plátufelagið Tutl og Betri trygging í tíðindaskrivi.

Høvuðsboðskapurin í nýggja sanginum er greiður: Tað er gott at spæla úti í føroysku náttúruni, men hendir eitt óhapp, so rýma vit ikki – vit hjálpast at.

Ungar stjørnur og royndir tónleikarar
Tað eru tvær bjartar, ungar stjørnur á føroyska tónleikapallinum, ið syngja sangin saman fyri fyrstu ferð.

Tey eru Bjarki Virgarsson Trondesen (úr Hoydalar og vinnari av SMS-Vox '24) og Jóhanna Biritudóttir Iversen (úr Jól í Grannalagnum '25 og vinnari av SMS-Vox '25).

Tey fáa eisini hjálp frá einum barnakóri við gentum í aldrinum 6-12 ár, sum eita Óluva Lín, Vársól, Ronja Rún, Ragna og Nora.

Tað er Eydna Skaale, sum hevur skrivað tekstin, og brøðurnir Petur og Hjørtur Háberg, sum hava gjørt lagið og spælt øll ljóðførini. Teir hava framleitt sangin saman við Urbanusi Olsen, sum eisini hevur ljóðblandað og mastrað.

"Vit hjálpast at" er tøkur á øllum stroymingartænstum frá í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder