Mentan

Nýggjársgudstænasta í Hoyvíkar kirkju mikudagin

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Tórshavnar Manskór og Sway fara at framføra

2022-11-14 22:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 16. november klokkan 19 verður nýggjársguðstænastan, sum skal sendast í Sjónvarpinum nýggjársnátt, tikin upp í Hoyvíkar kirkju.

Tað verður Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikar, og á skránni verða eiisni framførslur frá Tórshavnar Manskóri bólkinum Sway.

– Øll eru sjálvsagt vælkomin í kirkju, og Hoyvíkar kirkja og Kringvarpið vóna at nógv fólk møtir upp hetta kvøldið fyri at gera nýggjársguðstænastuna hátíðarliga, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder