Innanlands

Nýggjar máltalvur í jólagávu

Vágs kommuna hevur keypt nýggjar máltalvur til Vágs Høll og Marghøllina

2020-12-26 13:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa nýggja máltalvu í Vágs Høll og at fáa eina máltalvu í Marghøllini. Og nú hava báðar hallirnar fingið nýggjar máltalvur í jólagávu.

Í samband við umraðfestingar á fíggjarætlanini fyri 2020 gjørdi býráðið fyrr í desember millum annað av, at nýggjar máltalvur skuldu keypast til báðar hallirnar.

Máltalvan í Vágs Høll hevur tænt fyri seg og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at feilur er við talvuni meðan dystir eru í gongd. VB-hondbóltur hevur av somu orsøk havt eitt ynski um at fáa nýggja talvu til Vágs Høll – og nú verður hetta ynski uppfylt.

Í Marghøllini er ongin máltalva, hóast tørvur er á máltalvu í høllini. Men hesin tørvur verður nú nøktaður, tí nýggj máltalva er eisini keypt til Marghøllina.

Máltalvan til Vágs Høll er lík teirri í myndini, sum er ein máltalva serliga ætla til hondbólt, meðan máltalvan í Marghøllini er nakað minni og nøktar tørvin t.d. til fótbóltsdystir.

– Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder