Innanlands

Nýggja kajøkið handað Klaksvíkar kommunu

Talan er um nýtt vinnuøki, sum er staðsett niðan fyri Blikksmiðjuna - eina útfylling sum er á leið 1800 fermetrar. Nú verður farið undir arbeiðið at fáa nýggja økið matrikulerað, og tað er Kanjon, ið stendur fyri tí

Eirikur í Jákupsstovu frá Klaksvíkar kommunu, Atli Justinussen, formaður í Havna- og vinnunevndini, borgarstjórin, og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon. Her eru teir staddir á økinum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Eirikur í Jákupsstovu frá Klaksvíkar kommunu, Atli Justinussen, formaður í Havna- og vinnunevndini, borgarstjórin, og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon. Her eru teir staddir á økinum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-05-21 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastuni hevur nógv virksemi verið beint niðanfyri Blikksmiðjuna í Klaksvík. Eitt nýtt vinnuøki er í gerð, sum er staðsett har.

Byggifyritøkan Kanjon hevur víðkað kajkantin til nýggja vinnuøki. Talan er um eina útfylling, sum er á leið 1800 fermetrar - frá bygninginum hjá Skipafelagnum til heimaru bryggju.

Í vikuni er økið handað kommununi, og nú verður farið undir arbeiðið at fáa nýggja økið matrikulerað. Síðan skal grótið seta seg, áðrenn farast kann í gongd við at byggja. Tilboðið frá Kanjon var á 4,3 milliónir, skrivar Klaksvíkar kommuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder