Tað er ikki hent tað villa síðani nýggja samgongan og nýggja landsstýrið tóku við í apríl, og veljarin sær heldur ikki út til at hava broytt stórvegis meining síðan.
Nýggjasta veljarakannningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1 vísir nemliga stillstøðu - ella har um.
Fólkaflokkurin hevur sambært kanningini eina lítla afturgongd uppá 0,6 prosentstig og Tjóðveldi gongur eitt fram við 1,3 prosentstigum.
Hetta er alt innanfyri óvissuna í kanningini, sum er 3,3 prosent. Og tað broytir heldur einki uppá tingmannabýtið, sum framvegis er 22 til ABC-samgonguna og 11 til andstøðuna.
Kanningin varð gjørd mánakvøldið 29. juni 2026. 500 fólk hava svarað.
Í sambandi við kanningina verður ein eyka Stjórnin - politikkur á skák send á FM1 klokkan 17. Við í panelinum verða fastu stjórnarlimirnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald