Innanlands

Nýggj veljarakanning: Fýra teir størstu fáa 7 tinglimir hvør

Samgongan hevði ikki havt meiriluta um val var í dag sambært veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi

2018-07-27 11:51 Author image
Sverri Egholm

Ein spillfesk veljarakanning hjá Gallup vísir, at fýra teir størstu flokkarnir á tingi høvdu verið ógvuliga javnir, var løgtingsval nú.

Fólkaflokkurin fær 22,3 prosent, Sambandsflokkurin 21,1 prosent, Javnaðarflokkurin 21 prosent og Tjóðveldi 20,6 prosent. Tað gevur 7 tinglimir hvør.

Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin 3,4 prosentstig fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 prosentstig. Javnaðarflokkurin gongur 4,1 prosentstig aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 prosentstig.

Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 prosent og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 prosent og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 prosent og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir.

Sambært kanningini hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16, var val nú.

Gallup hevur gjørt kaningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

placeholder
placeholder