Mentan

Nýggj ungdómsskaldsøga frá Daniali Viðoy

RANGSTØÐA er framhald av TVÍSTØÐU, sum kom út fyri tveimum árum síðani, men kann eisini lesast sum sjálvstøðug skaldsøga.

Høvuðspersónurin er tann sami, men nú býr hann í Keypmannahavn, har ymiskar avbjóðingar og freistingar bíða.

Høvuðspersónurin er tann sami, men nú býr hann í Keypmannahavn, har ymiskar avbjóðingar og freistingar bíða.

2022-11-09 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin 16. november verður bókaframløga í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Bókin er nummar tvey í røðini um Bartal og hansara ymisku avbjóðingar, og hetta er ungdómsskaldsøga nummar tvey hjá 31-ára gamla Daniali Viðoy av Viðareiði, sum nú býr á Tvøroyri

Á baksíðuni á RANGSTØÐU stendur skrivað:

- Tað var, sum hevði ongin onnur genta í verðini nakað týða, ongin hevði nakað at bjóða, tað var bara Bára, ið kundi gleða mítt hjarta.

Og so hevði eg sjálvur vavt meg upp í eina sak, ið eg var vorðin bundin av. Eg gretti ikki fyri nøkrum, hvat eg var í holtur við. Eg hevði vavt meg upp í ein dyst, eg ikki vildi spæla. Men eg kundi heldur ikki bara sita á bonkinum og hyggja at.

[object Object]

Tilverugrundarlagið hjá høvuðspersóninum Bartali er nú broytt. Hann er fluttur niður til Keypmannahavn og roynir at finna seg til rættis í forvitnisligu tilveruni.

- Møguleikarnir eru nógvir og freistingarnar stórar. Men júst sum gerandisdagurin er byrjaður, verður Bartal knýttur í eitt stríð, hann heldur vildi verið fyriuttan. Óveruleikakendar avdúkingar broyta lívsáskoðanina. Lívið bankar aftur uppá. Silja letur eina ófrættakenda og óhugnaliga verð upp fyri Bartali.

RANGSTØÐA er framhald av TVÍSTØÐU, men kann eisini lesast sum sjálvstøðug skaldsøga, ger rithøvdundurin greitt.

Tað eru Ungu Føroyar, ið geva skaldsøguna út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder