
- Sum nakað nýtt fara vit í Eiðis kommunu at skipa fyri átakinum “Borgaraátøk”. Talan er um eina stuðulsskipan, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri verkætlanum, ið eru alment gagnligar.
Soleiðis skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu sínari í sambandi við hetta nýggja átaki, ið tó er kent frá kommunum sum Eysturkommunu.
Ætlanin er at borgarar skulu hava góðar møguleikar at finna uppá og gera ymiskt, sum er munagott í kommununi.
- Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera smærri gøtur, grøn økir og smærri trivnaðarøki
Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Skulu uppfylla fleiri treytir.
Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin uppfylla nakrar treytir.
Heimasíðan eidi.fo skrivar, at tað skal vera "alment gagnlig", hava eina kostnaðarmeting og eisini hava eina tíðarætlan
Stuðulin umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn. Tað er Trivnaðarnevndin, ið ger av, hvør fær stuðul
Um upphæddin, játtað verður er hægri enn 20.000 krónur, skal umsóknin tó eisini viðgerast av fíggjarnevndini og bygdaráðnum.
- Er talan um stuðulsumsókn, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann trivnaðarnevndin velja at leggja umsóknina til aðra nevnd at viðgera ella at vísa umsóknina frá sær, við fráboðan um at hon fellur uttanfyri reglugerðina
Umsókn skal sendast til [email protected]
Dagført: 09.46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald