Innanlands

Nýggj nevnd í Cruise Faroe Islands

Cruise Faroe Islands hevur havt sín fyrsta aðalfund

(Mynd: Cruise Faroe Islands)

(Mynd: Cruise Faroe Islands)

2026-04-25 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Cruisefelagsskapurin Cruise Faroe Islands hevur havt sín fyrsta aðalfund.

Á aðalfundinum varð nýggj nevnd vald. Tveir av limunum stóðu fyri vali og fall valið á Anju Magnussen, umboðandi havnirnar í Vága og Sørvágs kommunu, og Alinu Jespersen, umboðandi umboðsmenn – Faroe Ship, skrivar Cruise Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

  • Formaður: Magni V. Mouritsen
  • Skrivari: Magnus Pauli West
  • Kassameistari: Alina Jespersen
  • Nevndarlimur: Astrid Johannesen
  • Nevndarlimur: Anja Magnussen

Á aðalfundinum greiddi formaðurin, Magni V. Mouritsen, frá virkseminum fyrsta árið, felagið hevur verið til. Formaðurin kom inn á arbeiðið at fáa felagsskapin íverksettan, fundir við viðkomandi áhugapartar, nýggar limir, luttøkur á ráðstevnum og tiltøkum og byrjunararbeiðið at fáa samskiftispartin í gongd.

Á aðalfundinum varð nýggja heimasíðan hjá felagsskapinum eisini almannakunngjørd.

Heimasíðan vísir á limirnar í felagnum og hvussu áhugaði kunnu koma í samband við hesar. Heimasíðan er á enskum og vendir sær til útlendska B2B marknaðin. Nýggja heimasíðan eitur cruisefaroeislands.fo.

Limirnir, sum vóru møttir á fundinum, vístu á jaligu gongdina í cruisevinnuni – hvat vinnan gevur lokalsamfelagnum og staðbundna vinnulívinum. Tosað varð um jaligu menningina, sum limirnir eru við í og hvussu hetta stuðlar og stimbrar bæði størri og smærri staðirnar kring Føroyar.

Cruiseárið byrjar fyrst í mai, tá fyrsta ferðafólkaskipið kemur í Føroyska havn. Tó hava havnirnar, túrveitarar og umboðsmenn í longri tíð fyrireikað vitjanirnar. Cruise Faroe Islands sær jaliga uppá cruiseárið við fleiri vitjanum og fleiri havnum, sum ynskja at fara í cruisevinnuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder