Innanlands

Nýggj játtan til framburð og menning á landbúnaðarøkinum

Nú fer Búnaðarstovan at lýsa eftir umsóknum uppá verkætlanir, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum.

Á fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir

Á fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir

2022-05-12 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú fer at verða lýst eftir verkætlanum, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum.

Í fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir.

- Landsstýrið hevur sett sær fyri at slóða fyri menning á landbúnaðarøkinum, og tí er av álvara neyðugt við nýggjum tankum og djørvum verkætlanum. Vit kunnu betra skipanirnar, sum skulu vaksa um verandi framleiðslu, men vit mugu fyrst og fremst eggja til nýskapan í landbúnaðinum, og vit eru sera spent at síggja, hvørjar verkætlanir farið verður undir sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanina til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna. Hon skal tryggja at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Búnaðarstovan fer at lýsa eftir umsóknum á heimasíðu sínari.

Til ber at síggja reglugerðina fyri játtanina til verkætlanir fyri framburð og menning á landbúnaðarøkinum her.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder