Mentan

Nýggj grein um miðlalandslagið í Føroyum, Grønlandi og Íslandi

Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, og Rógvi Olavson, vísindaligt hjálparfólk á somu deild, hava skrivað greinina saman við Signe Ravn-Højgaard á universitetinum í Grønlandi og Valgerður Jóhannsdóttir og Ragnar Karlsson á universitetinum í Reykjavík

2021-04-07 12:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Í hvønn mun líkjast miðlarnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og í hvønn mun er talan um ymisk miðlalandsløg, sum eru myndað av ymiskum søguligum fortreytum? Hvussu eru miðlarnir í Útnorði øðrvísi enn miðlarnir í teimum stóru, norðurlendsku londunum? Og hvønn týdning hevur stødd og fólkatal í mun til journalistikk og miðlaframleiðslu?

Hesir spurningar mynda nýggja, javnlíkametta vísindaliga grein um miðlalandslagið í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, og Rógvi Olavson, vísindaligt hjálparfólk á somu deild, hava skrivað greinina saman við Signe Ravn-Højgaard á universitetinum í Grønlandi og Valgerður Jóhannsdóttir og Ragnar Karlsson á universitetinum í Reykjavík. Greinin er givin út í tíðarritinum Nordicom Review. Nordicom er norðurlendskur granskingardepil á universitetinum í Göteborg, sum framleiðir nýggja gransking um miðlar og samskifti í Norðurlondum.

Greinin kannar m.a., hvørjar søguligar umstøður hava slóðað fyri teimum miðlum, sum í dag virka í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Eitt dømi er søguligi týdningurin av politisku flokkunum. Tjóðskaparstríðini í Føroyum og Íslandi høvdu við sær, at vit fingu flokspolitisk bløð og eina politiska pressu, men í Grønlandi vóru miðlarnir stovnaðir av donskum myndugleikum, og Grønland fekk ikki sínar egnu flokkar fyrr enn í sjeytiárunum. Tí fingu Føroyar og Ísland eina politiska pressu, men ikki Grønland.

Eitt annað evni er spurningurin um privatan miðlastuðul. Sambært ávísum teorium um miðlar átti almenni miðlastuðulin at verið størri, jú minni marknaðurin er. Men almennur miðlastuðul til privatu miðlarnar kom nógv fyrr og hevur verið nógv størri í teimum stóru, norðurlendsku londunum samanborið við bæði Føroyar og Ísland. Úrslitið er, at íslendski og føroyski miðlamarknaðurin hevur verið millum teir minst reguleraðu yvirhøvur í Norðurlondum.

Greinin kann frítt lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder