Mentan

Nýggj frímerki og 50 ár við føroyskum jólamerkjum

Hesa ferð eru evnini føroyski tjóðsangurin, sum fyllir 120 ár, og Sankta Lusia. Harumframt koma ársins jólamerki út.

2026-10-19 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag koma ársins seinastu frímerki út. Hesa ferð eru evnini føroyski tjóðsangurin, sum fyllir 120 ár, og Sankta Lusia. Harumframt koma ársins jólamerki út, og í ár eru 50 ár liðin, síðan fyrstu føroysku jólamerkini vórðu givin út, boðar Posta frá.

Tjóðsangurin 120 ár
Tað var Símun av Skarði, sum yrkti Tú alfagra land mítt í 1906, meðan Petur Alberg smíðaði lagið í 1907. Sama ár varð sangurin sungin alment fyri fyrstu ferð.

Áðrenn hetta varð Eg oyggjar veit nýttur sum tjóðsangur, og í fleiri ár vórðu báðir sangirnir nýttir. Síðan 1959 hevur Tú alfagra land mítt staðið fremst í Songbók Føroya Fólks og havt støðu sum tjóðsangur Føroya.

Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið frímerkið.

[object Object]

Jólafrímerki: Sankta Lusia
Sankta Lusia var ein kristin kvinna úr Sýrakus, sum hjálpti kristnum í loyndum og at enda varð dripin fyri sína trúgv. Seinni varð hon lýst halgimenni og er vorðin eitt tekin um ljós og vón í myrkrinum.

Í Føroyum er lusiagonga ein siðvenja í desember, tá børn ganga lusiagongu í barnagørðum, skúlum og kirkjum.

Jana Jonhardsdóttir hevur sniðgivið jólafrímerkini. Hetta fyrstu ferð, hon sniðgevur føroysk frímerki.

Jana er útbúgvin í Onglandi, har hon tók BA í Contemporary Arts og MA í Fine Arts. Hon arbeiðir við myndlist, myndaprýðing og grafiskum sniði, og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands.

[object Object]

Jólamerkini 2026
Tey fyrstu føroysku jólamerkini komu út tann 1. november 1976 - fyri 50 árum síðan.

Síðani tá er ágóðin av søluni farin til góð endamál fyri børn og ung í Føroyum.

Tey fyrstu trý árini fór ágóðin til Barnahjálpargrunnin, sum hevði til endamáls at veita faðirleysum børnum í Føroyum hjálp. Í 1979 varð Jólamerkjagrunnurin stovnaður við tí endamáli at býta út ágóðan av jólamerkjasøluni.

Ársins jólamerki hevur Lena Nicolajsen sniðgivið. Hon býr í Keypmannahavn og er útbúgvin í visuellari kommunikatión. Hon er virkin sum listafólk og hevur millum annað myndprýtt fleiri barnabøkur. Hetta er fyrstu ferð, hon sniðgevur jólamerki fyri Posta.

[object Object]

Frímerki fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa um føroysk frímerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder