Mentan

Nýggj frímerki frá Posta mánadagin

100 og 135 ára hátíðarhald - Elinborg Lützen og tvær sluppir verða heiðraðar á frímerkjum saman við messuaklum.

2019-09-20 12:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

26. juli 2019 vóru hundrað ár liðin, síðani grafikarin og myndlistakvinnan Elinborg Lützen varð borin í heim í Klaksvík.

Elinborg Lützen er kend fyri síni framúrskarandi listarligu verk og sínar einastandandi myndprýðingar av barnabókum – svart-hvítar tusjtekningar og linoliumsskurðir.

Posta heldur hundraðáradagin við eini serligari frímerkjaútgávu, har myndevnið er ein andlitsmynd av Elinborg Lützen, sum Hans Pauli Olsen, myndhøggari, hevur gjørt úr leiri.

[object Object]

 

Týsdagin, 24. september verður ein nýggj standmynd av Elinborg Lützen avdúkað beint omanfyri barnaheim hennara í gomlu Klaksvíkini. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, sum er hin fyrsta av navngivnari føroyskari kvinnu.

Standmyndin verður avdúkað kl. 16.30 av Brynhild Danielsen. Aftaná verður móttøka í Spaniastovu, har verk eftir Elinborg Lützen verða sýnd fram. Posta verður eisini til staðar við nýggju frímerkjunum og ber til at ogna sær bjálvar, sum Hans Pauli Olsen signerar.

[object Object]

Tvær sluppir 135 ár
Í 1872 keyptu ”Trappubrøðurnir” í Havn einmastraðu sluppina Fox úr Bretlandi. Hetta verður mett sum byrjanin til slupptíðina.  Slupptíðin er felagsheiti fyri tíðina frá 1872 til Seinna Heimsbardaga, tá føroyska samfelagið mentist frá feudala og miðaldarkenda bóndasamfelagnum til nútímans fiskivinnutjóð.

Eftir annan heimsbardaga rann tíðin frá sluppunum. So hvørt sum tær vóru tiknar úr fiskiskapi, vórðu flestu sluppirnar søktar – og í dag eru bert nakrar heilt fáar eftir. Tvær av teimum eru myndevnið á hesum frímerkinum, Jóhanna TG 326 framman og Westward Ho TN 54 í baksýni. Báðar sluppirnar eru 135 ára gamlar í ár. Kári við Rættará hevur sniðgivið.

[object Object]

Messuaklar
Posta fer við eini frímerkjarøð at seta sjóneykuna á messuklæði í føroysku fólkakirkjuni. Fyrstu frímerkini vísa ávikavist ein siðbundnan reyðan messuakul úr Sandvíkar kirkju og ein nýggjari grønan messuakul úr Funnings kirkju. 

Reyði messuakulin er millum teir elstu í landinum – hann er úr floyalstilfari og prýddur við einum borda og krossi aftan.

Grøni messuakulin er handvovin úr norskari ull og bummull. Íblásturin til sniðið er úr sálm­in­um: „Eg skar mítt navn í grein ta hvítu“, sum Jóannes Patursson yrkti í 1901. Karin Brattaberg hevur sniðgivið og vovið hann.

Á heimasíðuni www.stamps.fo standa áhugaverdar greinir um øll frímerkini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder