Mentan

Nýggj fløga við Eyðun Jacobsen

13 andaligir sangir – harav 10, sum Buck Owens gjørdi kendar

2022-11-14 18:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin kemur út nýggj fløga við Eyðun Jacobsen. Fløgan ber heiti “Ert tú til reiðar”.

Fløgan inniheldur 13 andaligar countrysangir, har av 10 eru sangir sum Buck Owens gjørdi kendar.

Innspælingarnar eru farnar fram í Crossroads Studios í Arden í North Carolina og í studionum hjá Erik Biskopstø í Klaksvik. 

Í samband við útgávuna vera tvær útgávukonsertir. Tann fyrra verður fríggjakvøldið klokkan 20 í Kelduni í Skálafirði. Tann seinna verður leygarkvøldið klokkan 19 í Oasuni í Hoyvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder