Mentan

Nýggj barnabíblia komin út

Í bókini "Mínar yndisbíbliusøgur" eru 36 søgur, ið eru til børn upp til umleið 12 ára aldur

2022-11-18 18:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

“Mínar yndisbíbliusøgur”, ein spildurnýggj myndabók, er nú útkomin.

Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur út.

Í bókini eru 36 søgur, ið eru til børn upp til umleið 12 ára aldur.

Allar søgurnar eru sagdar við orðum, sum eru løtt at skilja, og hvør søga vísir til somu søgu í Bíbliuni. Tí kunna tey eldru børnini finna søgurnar har og sjálv lesa víðari, skrivar forlagið í tíðindaksrivi.

Bókin fæst í bókasølum kring landið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder