Føroyar fáa nú eina skipaða og altjóða viðurkenda nevndarútbúgving.
Hetta verður gjørt greitt í fráboðan frá Savna í dag.
- Nevndir sita við einum av mest avgerandi leiklutunum í føroyskum fyritøkum og stovnum. Tær seta kós, hava eftirlit og taka avgerðir, sum ávirka bæði menning, virðisskapan og váða. Í einum alsamt meira kompleksum og broytiligum heimi verða størri krøv eisini sett til nevndir og førleikar hjá nevndarlimum.
Tað er Jutta Helgadóttir, sum er stigtakari. Hetta saman við Thoru Augustinussen og umboðum frá Board Institute.
Board Institute er ein altjóða útbúgvingarstovnur, sum arbeiðir fyri at menna og professionalisera nevndir og nevndarlimir. Gjøgnum sína útbúgving og ráðgeving stuðlar stovnurin undir betri leiðslu og burðardyggari menning í organisatiónum.
- Endamálið er at styrkja og professionalisera nevndararbeiði í føroyskum fyritøkum og stovnum. Við útbúgvingini frá Board Institute fáa føroyskir nevndarlimir møguleikan at menna sínar førleikar á høgum altjóða støði.
Í skrivinum verður gjørt greitt, at útbúgvingin er ætlað bæði verandi og komandi nevndarlimum í stórum og smáum fyritøkum, almennum stovnum, partafeløgum og felagsskapum av øllum slag. S
- Samstundis er útbúgvingin eisini sera viðkomandi fyri stjórar, leiðarar og íverksetarar, sum ikki hava royndir í nevndararbeiði, men sum arbeiða strategiskt og vilja styrkja sína fatan av leiðslu og strategiskum avgerðum. Í einum heimi, har krøv og karmar broytast skjótt, er tað umráðandi hjá bæði leiðarum og nevndarlimum at halda seg fakliga dagførd og støðugt menna sínar førleikar.
Í sambandi við útbúgvingina, sum verður hildin í Føroyum 26.–28. oktobur 2026, verður eitt kunningartiltak fyri øllum áhugaðum á Hilton Garden Inn 20. mai kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald