Innanlands

Nýggj almannalóggáva tekur við 1. januar

Hon avloysir gomlu forsorgarlógina og skal millum annað tryggja rættin hjá avvarðandi at vera heima hjá álvarsliga sjúkum og fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Arbeitt hevur seinastu mánaðirnar verið við at orða eina røð av kunngerðum, soleiðis at talan verður um eina fullfíggjaða skipan, sum tekur við 1. januar 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Arbeitt hevur seinastu mánaðirnar verið við at orða eina røð av kunngerðum, soleiðis at talan verður um eina fullfíggjaða skipan, sum tekur við 1. januar 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-30 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá gamlaárskvøld er av, og vit skriva eitt nýtt ár, so eru ikki altíð so nógvar ítøkiligar broytingar, ið eru farnar fram. At pinnurin er farin av tólv hevur ikki beinleiðis við sær, at nakað kollveltandi er hent.

Tó so hevur tað, at tað verður 1. januar við sær, at sumt verður øðrvísi enn í undanfarna ári ella í undanfarnu árum. Nú 2021 fer í gongd broytast býráðini og bygdráðini kring landið í tráð við valúrslitið tíðliga í november, og hvussu tey valdu eftirfylgjandi hava skipað seg.

Eisini á almannaøkinum vera broytingar. Gamla forsorgarlógin, sum er ein donsk lóg frá 1960’unum, verður sett úr gildi, og ístaðin kemur nýggi lógarpakkin um almannatrygd og tænastur kemur í gildi

- Vit eru við hesum komin eitt týðandi fet á leiðini at fáa eitt samfelag við tíðarhóskandi vælferðartænastum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Landstýriskvinnan fegnast um, at lóggávan fer at tryggja borgarum eina betri tænastu, rættartrygd og nýggjar møguleikar at liva og virka í Føroyum. Tað skrivar heimasíðan hjá almannaráðnum. Arbeitt hevur seinastu mánaðirnar verið við at orða eina røð av kunngerðum, soleiðis at talan verður um eina fullfíggjaða skipan, sum tekur við 1. januar 2021. Hetta er nú til reiðar

Almannamálaráðið boðar frá, at kunngerðirnar, sum eru lýstar, fevna millum annað um rættin hjá avvarðandi at vera heima hjá álvarsliga sjúkum og fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Eisini fevna kunngerðirnar um viðurskifti so sum endurvenjing, virksemið á bútilboðum og borgarastýrda stuðulstænastu.

Til ber at lesa og síggja meira á amr.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder