Innanlands

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók við í gjár

Í gjár var samkoma í Fiskimálaráðnum, har starvsfólk høvdu høvi at heilsa uppá Jacob Vestergaard og somuleiðis takka Høgna Hoydal fyri gott samstarv

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard (Mynd: Fiskimálaráðið)

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard (Mynd: Fiskimálaráðið)

2019-09-18 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir

Í gjár, týsdagin 17. september var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Í hesum sambandi var skipað fyri samkomu í Fiskimálaráðnum, har starvsfólkini fingu høvi at heilsa uppá nýggja landsstýrismannin og ynskja honum vælkomnum, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum.

Høgni Hoydal, nú fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var hjástaddur, og nýtti hann eisini høvi at ynskja nýggja landsstýrismanninum góða eydnu í starvinum.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum flutti fram røðu og ynskti eisini nýggja landsstýrismanninum vælkomnum. Síðani nýtti aðalstjórin høvi vegna starvsfólkini at takka Høgna Hoydal fyri gott samstarv seinastu fýra árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald