Uttanlands

Nýføddir tvíburar í India fingið nøvnini Corona og Covid

India hevur verið afturlatið síðan 24. mars, og tað var undir hesum umstøðunum, at tvíburarnir – ein genta og ein drongur – komu til verðina

Tilvldarlig mynd (Mynd: Sky News)

Tilvldarlig mynd (Mynd: Sky News)

2020-04-06 08:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

24. mars stongdi indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, landið í tríggjar vikur orsakað av koronasmittuni.

Hetta hevði við sær, at tokferðir og flogferðir vórðu avlýstar, og at 1,3 mia. fólk meira ella minni vórðu avbyrgd heima við hús – tó kunnu tey fara at keypa inn, um neyðugt.

Meðan landið er stongt, verða tvíburar føddir í statinum Chhattisgarh, og tað er orsakað av nøvnunum, sum foreldrini hava givið teimum, at teir hava vakt ans.

Talan er um eina gentu og ein drong, sum hava fingið nøvnini Corona og Covid.

– Vit høvdu havt fleiri trupulleikar áðrenn føðingina, og tí ynsktu eg og maður mín at gera dagin minnisverdan, sigur mamman, Preeti Verma.

Sambært tíðindastovuni Associated Press, skulu hesi nøvnini minna tey á tað stríðið, tey høvdu undir afturlatingini av landinum.

India hevur í skrivandi stund 4.314 skrásettar tilburðir av koronasmittuni sambært hagtølum hjá worldometers.info. 118 eru deyð, og 328 eru vorðin frísk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder