Uttanlands

Ný Kaledonia á fólkaatkvøðu í dag: Meirilutin sigur nei til loysing

Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt oyggjabólkurin skal loysa frá Fraklandi

2018-11-04 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er fólkaatkvøða í Ný Kaledonia, har fólkið skal taka støðu til ein stóran spurning: Skulu tey loysa frá Fraklandi?

Ný Kaledonia, ið liggur eystanfyri Avstralia, hevur verið undir franska stýrinum í 165 ár.

Vallutøkan er longu sera høg. Sambært myndugleikunum hava 73,68 prosent av teimum uml. 175.000 borgarunum, ið hava valrætt, verið og atkvøtt. Hetta er nógv hægri valluttøka enn til seinasta lokala valið í 2014, har valluttøkan var 58,1 prosent, skrivar TV2.

Sambært meiningakanningum, ið vóru gjørdar áðrenn atkvøðugreiðsluna, ynskir meirilutin av fólkinum í Ný Kaledonia, at oyggjabólkurin framvegis skal vera ein partur av franska ríkinum.

Ný Kaledonia hevur verið undir franska stýrinum síðan 1853. Í byrjanuni varð hjálandið brúkt til at húsa revsifangum. Í dag búgva uml. 268.000 fólk á oyggjunum, sum hava ábyrgdina av 40 prosent av heimsins nikkulframleiðslu.

Ný Kaledonia fær 1,3 mia. evrur, ella knappar 10 mia. krónur, um árið úr Fraklandi. Hjálandið hevur eisini fýra umboð í franska parlamentinum, umframt sína egnu kongress, ið hevur ábyrgdina av ymsum økum sum t.d. løgregluarbeiði, útbúgving og lokalari lóggávu.

Stutt eftir klokkan 12 føroyska tíð kundi franski forsetin, Emmanuel Macron boða frá, at meirilutin av fólkinum í Ný Kaledonia hava atkvøtt fyri at vera verdandi í franska ríkinum.

95 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, og av teimum søgdu 56,8 prosent nei til at loysa frá Fraklandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder