Innanlands

Null toleransu fyri rúsevni í Føroyum

Taå sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Tað er okkara ábyrgd at verja okkara ungdóm, sigur hann

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-23 18:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Handtøkurnar hjá løgregluni í rúsevnismálum eru ikki farnar framvið nøsini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharra.

- Eg haldi at vit eiga at seta okkum sum mál null toluransu fyri rúsevnum í Føroyum, uppá sama máta sum við null hugsjónini í ferðsluni, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.

- Leiðin at ganga er at vit seta eina tilbúgving ígongd sum minnir um okkara koronatilbúgving, tað merkir at vit samskipa ein fullkomiliga nýggjan felags innsats viðvíkjandi bústaðarmøguleikum, whistelblower, fyribyrging, eftirliti, kanningararbeiði, revsing, greiðir hann frá.

Hann sigur at tey hava fingið eina røð av hugskotum frá teimum sum arbeiða við hesum dagliga, og sum landsstýrið fer at samskipa og seta í verk.

- Eg veit at tað ikki er lætt, men tað er okkara ábyrgd fyri at verja okkara ungdóm. Vit eru nógv foreldur ommur og abbar og systkin sum ikki vilja missa onkran av okkara til hesa giftina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder