Avloysarin hjá Høgna Joensen í Hoyvík skal finnast. Skúlastjórin, sum hevur verið síðan skúlin var stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi.
Í fyrstu syftu komu níggju umsóknir inn. Hetta var eftir at freistin var úti mikudagin 10. juni.
Men tað vóru tey í Undirvísingarstýrinum ikki nøgd við. Og í somu viku varð Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst.
Fríggjadagin 26. juni var freistin at søkja skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt, fyri aðru ferð, úti.
Skúlablaðið skrivar, at tá ið avtornaði komu 15 umsóknir inn.
Starvið verður sett skjótt og verður sett frá 1. september 2026.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.-9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald