Innanlands

Nú verður graslíki á Ovara vølli aftur skift

Talan er um annað merki og ein annan veitara. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt um tvær vikur - fram til tá verður virksemi hjá feløgunum ávirkað á ymsan hátt

Arbeiði at skifta nógv umrødda graslíki í Gundadali er farið í gongd, og nýggja graslíki liggur helst klárt 25. mai (Mynd: torshavn.fo)

Arbeiði at skifta nógv umrødda graslíki í Gundadali er farið í gongd, og nýggja graslíki liggur helst klárt 25. mai (Mynd: torshavn.fo)

2021-05-07 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í áleið eitt ár hevur nógv verið tosað um graslíki á Ovara Vølli í Gundadali. Tað gamla var slitið og varð skift seinasta summar, tá annað arbeiði eisini varð gjørt við vøllin, og HB og B36 kundu bert nýta Tórsvøll til dystir. Tá tað var til reiðar síðst í august, staðfestu feløgini tó skjótt, at tað ikki var nóg gott - serliga tí at bólturin ikki ferðaðist rætt.

Les eisini: Havnarfeløgini vraka framvegis Ovara vøll

Fingurin varð peikaður eftir donsku fyritøkuni Laiderz, ið var veitari og legði graslíki á, men sum so vísti aftur, at einasti trupulleikin var, at Tórshavnar kommuna ikki hevði lagt nóg mikið av gummigranulati í. FIFA-umboð góðkendi vøllin í vetur, men í mars varð avgerð tikin um, at graslíkið aftur skuldi skiftast.

Í dag er hetta arbeiði byrja. Hesuferð er veitarin Metatron, og graslíki er av týska merkinum Polytan, ið hevur verið sera nógv nýtt í Føroyum. Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF.

[object Object]
Nýggja graslíki hevur als ikki verið so nógv nýtt, sum ætlað varð (Mynd: Ólavur Frederiksen)  

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at meðan arbeiðið fer fram, fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.

- Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri vallargirðingina til ovara vøll og tey avmerktu økini, serliga sunnanfyri vøllin.

Upplýst verður, at arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai - um tvær vikur. Meðan arbeiðið verður gjørt hava feløgini umlagt virksemið í Gundadali og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder