Innanlands

Nú verður eingin handil longur í Skúgvi

50-ára hald og afturlating í einum - grundalagið er ikki fyri tíð, staðfestir borgarstjórin fyri Kringvarpinum. - Fólk í oynni eru kedd, men støðan er skiljandi, og aðrar loysnir skulu finnast

- Hetta er helst tann síðsta av teimum minstu oyggjunum, sum hevur ein handil, sigur sigur Jóanis í Hoygarðinum við Kringvarpið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

- Hetta er helst tann síðsta av teimum minstu oyggjunum, sum hevur ein handil, sigur sigur Jóanis í Hoygarðinum við Kringvarpið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-05-04 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Meinhard sum hevur handilin er ein eldri maður, og her er ikki so stórt grundarlag at hava handil longur.

Soleiðis greiðir Jóanis í Hoygarðinum, borgarstjóri í Skúgvi, KVF frá, í sambandi við at handilin á Skúvoy letur aftur.

Tað var í sambandi við 50-ára dagin hjá handlinum í gjár, at hetta varð fráboðað. Eitt hátíðarhald var, og so varð høvi nýtt.

Hetta er sjálvandi nakað, ið fólk í oynni eru ógvuliga kedd um, sigur Jóanis í Hoygarðinum.

Samstundis er staðfestingin, at tá tað eru so fá fólk - serliga um veturin - so er tað ógvuliga.

Framyvir mugu fólk í oynni keypa matin aðrastaðni ella bíllegja úr Havn ella av Sandi.

Borgarstjórin væntar, at hetta var tað fyri handlar á teimum smáu oyggjunum í Føroyum.

Hoyr samrøðu á kvf.fo HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder