Innanlands

Nú svarar Løgmansskrivstovan aftur

Eftir at serliga Landsbankin hevur ávarað og ákært Løgmansskrivstovuna fyri at "pella", verður nú, undir viðgerðini gjørt greitt, at fíggingarleisturin fyri Suðuroyðar er meira enn bara eitt einstakt roknistykki

John Rajani, løgmansstjóri, stendur undir greinini á heimasíðuni hjá LMS, har Løgmansskrivstovan vil afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

John Rajani, løgmansstjóri, stendur undir greinini á heimasíðuni hjá LMS, har Løgmansskrivstovan vil afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-01 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Landsbankin og Búskaparráðið hava seinastu dagarnar ákært Løgmansskrivstovuna fyri at pella.

Soleiðis byrjar Løgmansskrivstovan eitt skriv - undirskrivað John Rajani, løgmansstjóra - á heimasíðu sínari seinnapartin.

Seinastu dagarnar hava atfinningarnar móti ætlanini um Suðuroyartunnilin verið harðar, og fleiri ivamál tykjast vera kring hana. 

Sí eisini: Halda at løgtingið eigur at bíða

Eitt tað seinasta er, at fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard, fyri opnari mikrofon á FM1 róði framundir at nakað heilt annað býr undir tí, at politiska skipanin skal hava ætlanina ígjøgnum júst nú - millum annað áhugamál hjá Bakkafrost, skálvíkingum og sambond hjá fólki í Tunnilsfelagnum og í Løgmansskrivstovuni. 

Mánadagin, ein dagur har Kringvarpið annars vanliga ikki sendir heimildarsendingar, kom sendingin "Suðuroyartunnilin og Skuggatølini". Har vóru nógv tøl tikin fram, og nógvar atfinningarsamar røddir vóru at hoyra afturvið heldur óhugnaliga tónleikinum. Aksel V. Johannesen sat ógvuliga einsamallur sum verji fyri ætlanini.

[object Object]
Tað er løgmaður, sum varðar av tunnilsmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Nakrir viðkomandi spurningar vórðu tiknir upp í sendingini, og landsbankastjórin Malan Johansen, var nógv frammi við atfiningurin. Eisini á heimasíðuni hjá Landsbankanum eru nógv spurnartekin sett, og ávaringar síggjast eisini.

Sí eisini: - Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt

Júst Landsbankin er tann, sum fær mest toyggið á lms.fo, har tað serliga verður víst aftur, at Løgmansskrivstovan hevur gjørt og framlagt eitt einstakt fíggjarligt roknistykki. 

Víst verður á, at Landsbankin hyggur burtur frá ymiskum viðurskiftum í útrokningunum. Og so verður eisini víst til sjálvan Fíggjarleistin.

- Løgmansskrivstovan vil afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum. Tað er eisini ført fram, at fíggingarleisturin tekur støði í tølum, sum Løgmansskrivstovan sjálv hevur funnið uppá. Hetta er ikki rætt. Tølini í fíggingarleistinum eru útvegað frá viðkomandi fakmyndugleikum.

Til ber at lesa alt skrivið hjá Løgmansskrivstovuni HER

2. viðgerð í málinum um Suðuroyartunnilin er í gongd í løtuni. Hon verður drúgv. Til ber at fylgja við á logting.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder