2026-07-19 10:02
Eingin fólkaskaði var í eldinum, sum kyknaði í einum sethúsum í Sørvági um døgurðaleitið leygardagin.
Fólkini sum vóru í húsinum, sluppu út í øllum góðum, men húsini eru rættiliga illa farin í eldinum. Tað sum ikki bleiv oyðilagt av eldinum er farið av nógva vatninum, sum í fleiri tímar bleiv sproytað oman yvir húsini.
(Mynd: Jn.fo)
Tað er tætt millum húsini har, og okkurt annað hús hevur fingið ávísan skaða av nógva hitanum.
Eldurin varð sløktur út á seinnapartin, og nú skal orsøkin til eldin finnast. Løgreglan er farin í gongd og einaferð í vikuni kann helst staðfestast, hví eldurin kyknaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald