Innanlands

Nú liggur koyrikortið á telefonini

Skjáttan eitur nýggja talgilda tænastan, ið varð leysgivin í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-20 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er ikki longur neyðugt at óttast fyri um tú hevur minst til koyrikortið, tá tú setir teg í bilin. Tí telefonina gloymir tú ongantíð, og nú liggur koyrikortið á telefonini.

Skjáttan eitur nýggja appin, sum Talgildu Føroyar settu á sjógv í dag.

Skjáttan er ætlað sum eitt amboð hjá borgarum til at geva seg sjálvan til kennar.

Fyribils eru tvey “kort” á appini – eitt samleikakort, har tú kanst identifisera teg har tað er neyðugt, og so koyrikortið.

Frammanundan hava Talgilfu Føroyar latið frá sær tvær tænastur, Samleikin og Vangin, sum nógv tey flestu okkara hava fingið okkum, og sum dagliga verða brúkt í samskifti við myndugleikar og – ikki minst – við peningastovnarnar.

Skjótt og bíligt

At fáa koyrikortið talgilt hevur leingi verið eitt ynski, og upp á eitt lítið ár hevur tað nú eydnast Talgildu Føroyum, í góðum samstarvi við atknýttar stovnar og myndugleikar, at fáa Skjáttuna gjørda til veruleika.

Tað var ikki uttan eitt sindur av erni í røddini, at Nikolaj Balle, verkætlanarleiðari fyri Talgildu Føroyar, greiddi frá, at Skjáttan er gjørd upp á umleið eitt hálvt ár fyri ein kostnað á tvær milliónir krónur. Til samanberingar kostaði tað í Danmark 50 milliónir krónur at fáa gjørt koyrikortið – og bara koyrikortið – talgilt.

Arbeiðið kundi gerast so lættliga, tí at Talgildu Føroyar longu høvdu neyðuga undirstøðukervið klárt í teimum skipanum, sum longu nú eru galdandi. t.e. Samleikin, Vangin og Heldin.

Eitt tilboð – ikki eitt krav

Talgildu Føroyar bjóðaðu til eitt ígongdsetingarhald í Perluni fyrrapartin við luttøku av stjóranum fyri Akstovuni og landsstýrisfólkunum í bæði fíggjarmálum, sum varðar av Talgildu Føroyum, og samferðslumálum, sum varðar av Akstovuni.

Undir framløguni varð undirstrikað fleiri ferðir, at talgilda koyrikortið og Skjáttan ikki verður eitt krav. Talan er um eitt tilboð til borgararnar at hava koyrikortið á telefonini.

Akstovan fer frameftir framhaldandi at útflýggja plastik-koyrikort til borgarar. Men mett verður, at nýggja tilboðið fer at lætta nógv um arbeiðið hjá Akstovuni.

Lættir um á Akstovuni

Eitt nú eru tað umleið 100 fólk árliga, sum fáa bót – 700 krónur – fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. Og árliga eru tað eisini í miðal 450 fólk, sum koma á Akstovuna og biðja um at fáa eitt nýtt koyrikort, tí tey hava mist sítt burtur, upplýsti Andras Robertsson Marr, stjóri á Akstovuni.

Akstovan hevur frá byrjan verið partur av talgildingini við tað, at borgarar longu nú hava møguleika at skráseta akfør og broyta tíð til bilasýn umvegis Vangan.

Enn er talgilda koyrikortið einans galdandi í Føroyum, tí enn er ongin altjóða skipan gjørd við talgildum koyrikortum. Men Andras Robertsson Marr upplýsti, at tey hava roynt at lagt seg so væl sum gjørligt upp móti galdandi ISO-standardum fyri koyrikort, fyri á tann hátt at sleppa undan at skula gera alt ov nógvar broytingar, tá altjóða talgild koyrikort einaferð, helst innan ikki alt og langa tíð, verða at galda tvørtur um landamørk.

Klárt hjá SSL at brúka

Møguleikarnar við Skjáttuni eru nógvir. Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum var skjótur at nevna møguleikan fyri at differentiera prísir á tænastum fyri veitingar.

Hetta hevur verið nógv upp á tal í samferðsluni, eitt nú við at geva útoyggjafólki serligan prís við strandferðsluni og eisini at gera mun á prísunum fyri føroyingar og útlendingar. Við samleikakortinum á Skjáttuni, verður hesin møguleikin gjørdur so nógv lættari, og tað er eisini orsøkin til, at Strandferðslan hevur verið við í fyrireikandi arbeiðinum.

Skjáttan kann takast niður á telefonina á vanligu støðunum, har appir eru at heinta. 

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder