Innanlands

Nú letur tunnilin upp

Hvørja løtu fara fyrstu bilarnir í gjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin

(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðurrás)

(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðurrás)

2021-05-08 12:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hátíðardámur í Suðuroynni í dag, nú Hvalbiartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu hvørja løtu. Ein løta, sum hvalbingar og sandvíkingar hava bíða eftir í langa tíð.

Morgunmatur hevur verið við Roynhøllina í Hvalba í morgun, og klokkan hálvgun tólv byrjaði tiltak við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin við røðum og horntónleiki.

Fyrst at koyra ígjøgnum tunnilin verða Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini. Tað verður Allon sjálvur, sum koyrir, og hetta skuldi vera nú klokkan 12.

Eftir hetta fara rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin, og ellisakfør og motorsúkklur koyra gjøgnum tunnilin aftaná.

Klokkan 13 verður tunnilin opin fyri almennari ferðslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder