2018-08-17 16:56
Í stuttum tíðindaskrivi seinnapartin boðar Norðoya Sparikassi frá, at bankin eisini lækkar rentuna.
Lægsta sethúsarentan lækkar við 0,15 %-stigum niður í 2,95 %. Lægsta rentan á billánum lækkar eisini og verður frá 3,25 %.
Lækkingin stendst av broytingum á fíggjarmarknaðinum, sigur bankin og fær gildi frá 1. september 2018.
Hetta kemur eftir at BankNordik fyri vikum síðani og Betri fyrrapartin boðaðu frá, at tey lækkaðu rentina.
(Rættað kl. 17:20)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald