Uttanlands

Nú koma fyrstu minkarnir aftur til Danmarkar

Danska stjórnin gav í 2020 boð um at allir minkar skuldu takast av, men nú byrjar minkaalingin so smátt aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-12 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri enn 750 minkar við donskum uppruna koma leygardagin til ein minkafarm í Norðurjútlandi, skrivar Danmarks Radio.

Hetta er fyrstu ferð síðani november 2020, at aling av minkum er í Danmark. Tá gav danska stjórnin boð um at minkarnir í landinum skuldu takast av, tí eitt nýtt frábrigdi av koronu varð staðfest millum teir.

Um eina til tvær vikur koma 1200 minkar afturat úr Spania.

Minkarnir eru í sóttarhaldi í 14 dagar aftaná teir eru komnir til landið, og verða kannaðir fyri koronu.

Tað var um ársskiftið, at tað gjørdist loyvt aftur at ala mink í Danmark. 

Statens Serum Institut metir, at minkaalaing er ein avmarkaður vandi fyri fólkaheilsuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder