Innanlands

Nú hava yvir 9.000 fingið fyrru koppsetingina

391 fólk vórðu koppsett fyri koronu í Føroyum í gjár

2021-04-15 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koppsett varð aftur fyri koronu í gjár, og samanlagt vórðu  391 fólk koppsett. Av hesum fingu 382 fyrra prikið, meðan 9 fólk fingu seinna prikið.

Tilsamans 13.731 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 9.350 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.381 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder