Innanlands

Nú hava 40 prosent fingið fyrru koppsetingina

Næstan ein fjórðingur av fólkinum – 24,7 prosent – eru liðugt koppsett fyri koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-05 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 34.552 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum, og 21.408 fólk hava nú fingið fyrru koppsetingina. Tað svarar til 40,2 prosent av fólkinum í Føroyum.

13.144 fólk hava fingið seinni koppsetingina og eru liðugt koppsett. Tað svarar til næstan ein fjórðing av fólkinum, 24,7 prosent, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 468 fólk koppsett. 399 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 69 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder