Innanlands

Nú fáa allir nýføðingar í Hvalbiar kommunu gávu

Øll børn, sum eru fødd í kommununa eftir 1. januar 2021 fáa eina gávu frá kommununi – Jósef West var fyrstføddi hvalbingurin í ár

Familjan West (Mynd: Hvalbair kommuna)

Familjan West (Mynd: Hvalbair kommuna)

2021-04-26 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri samtykti Hvalbiar kommuna, at øll børn, sum eru fødd í kommununa eftir 1. januar 2021, skulu fáa eina gávu.

Fríggjadagin 23. apríl var fyrsti hvalbingurin, sum er føddur eftir 1. januar í ár við familju boðin á kommunuskrivstovuna til gávuhandan, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna.

Fyrstføddi hvalbingurin í 2021 er Jósef West, sum er føddur í februar. Foreldur hansara eru Arnold og Eva West, og eisini hevur hann ein eldri beiggja, sum eitur Otto West.

Eir Jógvansdóttir Norðberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini handaði lítla Jósef gávuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder