Innanlands

Nú eru yvir 5.000 fólk liðugt kopppsett

281 fólk fingu seinna prikið í gjár

Yvir 300 koppsetingar vórðu gjørdar í Føroyum í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Yvir 300 koppsetingar vórðu gjørdar í Føroyum í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-20 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð aftur koppsett fyri koronu í Føroyum. 304 fólk vórðu koppsett, og av hesum fingu 23 fyrra prikið, meðan 281 fólk fingu seinna prikið.

Hetta merkir, at nú eru tilsamans 14.610 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 9.552 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 5.058 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett, skrivar corona.fo

Les eisini: 
65 ár og eldri kunnu bóka tíð til koppseting
- Mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder